Víkingur basti HB

Úrslitið í Leirvík ber við sær, at AB heldur vikuskifti á uppflytingarplássi

Við 1-0 sigri á heimavøllinum í Leirvík ímóti HB lyfti næstbesta liðið hjá Víkingi seg seinnapartin av sjeynda og fram á sætta pláss í fyrstu deild.

Einsamalla málið skoraði 17 ára gamli Arnbjørn Svensson í 21. minutti. Hetta var triðja málið hjá honum á næstbesta liðnum í ár.

 

Fyrr í dag vann AB 2-0 á heimavølli ímóti Suðringum. Tað úrslitið lyfti AB fram á bronsuplássið – eitt stig frammanfyri HB.

Úrslitið í Leirvík seinnapartin hevur við sær, at HB framvegis hevur fjúrtan stig – eitt stig færri enn AB, sum við fimtan stigum heldur vikuskifti á triðja plássi og harvið á uppflytingarplássi.

 

Síðsti dysturin í fyrstu deild verður spældur í løtuni. Fyrsta bríksl í grannauppgerðini millum B68 og næstbesta liðið hjá NSÍ, sum er ovast á støðutalvuni, var klokkan 16.