Víkingur-07 Vestur á Rás2 í dag

Árni Gregersen fer at siga frá dystinum millum Víking og 07 Vestur, sum byrjar klokkan 17.

Klokkan 17, tá sendingin "Bátaradio" er liðug á Rás2 fer Árni Gregersen at siga frá dystinum í effodeildini millum oddaliðið, Víking og 07 Vestur, sum hevur gjørt tað gott seinastu umførini.

 

Viðmerkjari hjá Árna Gregersen til dystin í Gøtu verður Ólavur Larsen. Fylgt verður við gongdini í hinum dystunum, sum byrja klokkan 16.30, 17 og 18. Teir dystirnir eru EB/Streymur (klokkan 16.30), NSÍ-Skála (klokkan 17) og KÍ-ÍF (klokkan 18). Dysturin millum HB og TB/FCS/Royn byrjar longu klokkan 15. 

 

Øll kunnu lurta eftir dystarfrásøgnini á www.midlar.fo, FM 88,7, FM 95,9 og á FM 98,7.

 

In.fo fer at hava beinleiðis dystarfrásøgn frá øllum effodeildardystunum, sum verða spældir í dag.