Festival summarið
Aldargamla rútman fer sum ein ylur oman gjøgnum beinini. Hvaðani kom hon? Av pallinum? Úr brynjuklæddu bringuni hjá Hera? Ella hava túsund ár lagt stevið so innarlaga í okkara keltisku og norðurlendsku gen, at stevið bara liggur har í okkum og bíðar eftir at verða vakt? Og vakt, tað verður tað, tá Týr taka tónleikavápnini í hendi og stíga fram á vøll. Ung og eldri hitna, og skjótt er ongin munur á, um rútman kom úr genunum ella av pallinum. Tí hon breiðir seg sum ein langeldur gjøgnum rúgvuna av áhoyrarum.
Týr fara at halda eina rimmar víkingaveitslu í summar. 1. juli á Sandi, á MjúS. Teir eru í holt við eina nýggja fløgu, sum kemur í heyst, og verða upptiknir meginpartin av summarinum. Fløgan verður givin út á plátufelagnum Napalm Records, sum hevur fingið Týr undir sín kappa.
Tað merkir eisini, at felagið skipar fyri Týr-konsertum í Póllandi, Onglandi, Spania, Týsklandi - og tað merkir ikki minst, at stevið breiðir seg! Eins og víkingarnir settu spor eftir seg um alt Evropa, so fer Týr eisini skjótt at hava sett síni harðmæltu merki á rokk-fólkið kring Evropa. Bert einastaðni í Føroyum ber til at koma og merkja, hvussu stevið tekur yvir. Á MjúS 1. juli, boðar MjúS frá í tíðindaskrivi.