Fótbóltur
Tá talan er um lið, sum liggja nær oddinum, so er nakað av slitið á lyklaspælarar, tá landsdystir annars geva øðrum liðum frí.
Hesa ferð er sviðin størri hjá NSÍ, sum hevur havt Boga Løkin, Jóhan Troest Davidsen og Jónas Tór Næs í landsliðsleguni, umframt at aðrir spælarar eisini hava verið við U21-liðnum, sum eisini hevur havt strævna ferða- og dystarskrá.
Hjá Víkingi er slitið kanska ikki heilt so stórt, og einki er at ivast í, at teir meira enn fegnir vilja leggja nógva orku í dystin sunnudagin. Bæði tí talan er um grannauppgerð, men ikki minst tí hetta tykist vera seinasti møguleikin at krøkja seg aftur í heiðursmerkjastríðið.
Her var Víkingur millum mest seriøsu biðlarnar, men tvey heimatap á rað hava gjørt sítt til at punktera góðu gongdina, og tí er liðið hálvgum dottið í ongamannaland tey bæði seinastu umførini. Ein støða, sum tó kann broytast, koma trý stig á kontina hesaferð.










