Víkingarnir á veg til hús við fullari úrtøku

Tað hilnaðist væl, tá ið Víkingur seinnapartin vitjaði á Vágseiði.

Úrslitið var 2-0 til Víking. Tað ber við sær, at felagsliðið hevur styrkt um sína støðu á fjórða plássinum, og at víkingarnir framvegis hava møguleika at røkka heiðursmerkjum.

Bæði málini vórðu skorað eftir deyðbóltsstøður. Finnur Justinussen stýrdi frísparksinnleggi í málið í 1. hálvleiki, og í 2. hálvleiki var tað Hans Jørgen Djurhuus, sum stýrdi hornasparksinnleggi í málið.

Víkingur skal í síðsta umfari spæla ímóti ÍF í Sarpugerði.

2-0 tapið ber við sær, at FC Suðuroy framvegis er undir niðurflytingarstrikuni. Vónin er tó ikki burtur. Í síðsta umfari skal FC Suðuroy spæla á útivølli ímóti longu niðurflutta AB, meðan B71, sum er eitt stig frammanfyri FC Suðuroy, skal spæla í Runavík.

 

-------

 

65 min.

0-2

Eftir hornaspark var tað Hans Jørgen Djurhuus, sum við handara stólpan setti bóltin í málið.

 

------------

 

60 min

0-1

Tað hevur gingið javnt á fyrstu løtuna eftir hvíldina.

 

-------

 

Hálvleikur

0-1

 

---------

 

Brekkan er vorðin uppaftur brattari hjá FC Suðuroy í stríðnum at halda tørn um plássið í bestu deildini.

Víkingur vitjar á Vágseiði, og eftir eitt korter hava gestirnar skorað. Málskjútti var Finnur Justinussen, sum við handara stólpa eftir frísparksinnlegg úr vinstru við høvdinum stýrdi bóltin í málið.

Líkindini eru ikki so galin á Vágseiði.

Víkingur hevur havt gott tak á spælinum.