Víkingarnir vóru krøktir í Klaksvík

Hóast tað var tætt og harvið spennandi, so var tað heimaliðið, sum fekk fult, tá ið næstbesta liðið Hjá Víkingi seinnapartin var í Klaksvík. KÍ vann 3-1 eftir 1-0 hálvleiksleiðslu.

 

Merkisvert var tað, at hóast gestirnir einki fingu burturúr, so skoraðu teir tríggjar ferðir, meðan heimamenninir bara skoraðu eina ferð!

Helgi Samson setti hol á fyri KÍ miðskeiðis í 1. hálvleiki eftir verjukiks og harvið púsa leysa støðu til unga álopsspælaran, sum einsamallur rann langan tein, áðrenn hann setti bóltin framvið Rógva Ryggshamar.

 

Víkingur var omaná fyrstu løtuna, men so javnaði tað seg. Eitt lítið korter eftir steðgin javnaði Per Gregersen eftir horna og aftur og fram. Tjúgu minuttir undan leikloki var Dánjal Pauli Lervig óheppin at stýra bóltin í egið mál, eftir at Jens Pauli Mohr hevði sneitt seg leysan á baklinjuni og lagt út frá, og ein minutt seinni lá bólturin aftur í Víkingamálinum, eftir at Heðin Klakstein hevði sent horna innfyri, og bólturin umvegis Sámal Jákup Joensen hjá Víkingi fór í málið.

 

Talan var um útsettan dyst frá 1. umfari.

 

Støðan eftir 4 umfør

B68 12 stig

FC Suðuroy 9 stig

HB 6 stig

Skála 6 stig

KÍ 6 stig

EB/Streymur 5 stig

TB 4 stig

B71 4 stig

Víkingur 3 stig

B36 3 stig

 

5. umfar

17. apríl

HB-EB/Streymur

FC Suðuroy-TB

B68-Víkingur

KÍ-B71

Skála-B36