Vodafonedeildin: 10. umfar er á skránni í kvøld, tá ið toppuppgerðin verður í Gundadali, har B36 fær vitjan av Víkingi, sum tvær ferðir fyrr í ár er farin úr høvuðsstaðnum við fullari úrøku. Eingin landskappingardystur í bestu deildini verður sunnudagin. Í staðin verður spælt í kvøld. Tað kemst av, at landsdystir eru á skránni í næstu viku.
Toppdysturin hesa ferð verður í Gundadali, har oddaliðið, B36, fær vitjan av Víkingi, sum er næstfremst. Felags fyri hesi bæði liðini er, at tað hevur gingið sera væl hjá teimum seinastu ferðirnar, og tað er eisini felags fyri tey, at úrtøkan hevur verið stór í Gundadali.
B36 er framvegis ósigrað. Oddaliðið hevur vunnið seks ferðir, og tríggjar ferðir hevur verið javnt. Flaggdagin megnaði ÍF 1-1 í Gundadali ímóti B36, og harvið prógvaðu grannarnir hjá Víkingi, at tað ber til at tosa við B36 í høvuðsstaðnum. Tá ið Víkingur hevði vitjan av B36 í 3. umfari var úrslitið 1-1.
Víkingur hevur vunnið fýra tær seinastu ferðirnar, og hvørja ferð hevur talan verið um sigur við einum máli ? tvær ferðir á útivølli og tvær ferðir á heimavølli. Einasta ferðin, at Víkingur hevur tapt, var í 1. umfari, tá ið úrslitið við Margáir var 2-1 til EB/Streym.
Tølini siga, at Víkingur trívist væl í Gundadali. Landskappingardystin ímóti HB vunnu víkingarnir 2-1, og í steypakappingini vann Víkingur á sama vølli 2-0 á HB í fyrsta umfari.
Grannauppgerð verður á Svangaskarði. B68 er ósigrað tríggjar tær seinastu ferðirnar, meðan NSÍ hevur fingið fýra stig burturúr hesum trimum umførunum. Hóast NSÍ í 3. Umfari vann tepran 1-0 sigur á heimavøli ímóti toftamonnum, so var gongdin fyrstu umførini soleiðis, at tað tóktist sum um, at innan menninir vóru væl betri fyri enn uttanmenninir. Gongdin seinastu vikurnar kundi bent á, at munurin millum liðini í løtuni ikki er so stórur.
Í 3. umfari vann KÍ 1-0 í Fuglfafirði. Síðani hevur gongdin hjá KÍ verið bæði upp og niður, og fyri klaksvíkingar var tað sjálvandi gott fyri sjálvsálitið, at tað sunnudagin eydnaðist at vinna 4-1 á útivølli ímóti HB. Hjá ÍF hevur tað mest verið niður. Tølini siga, at ÍF síðani 3-0 heimasigurin ímóti HB bara hevur fingið eitt stig burturúr fýra dystum.
Í 3. umfari vann EB/Streymur tepran 1-0 heimasigur ímóti 07 Vestur. Síðani tá hevur gongdin hjá báðum felagsliðunum verið misjøvn. Hjá EB/Streymi er tað komið til sjóndar í trimum tapum á útivølli, og hjá 07 Vestur er tað komið til sjóndar í, at tað á heimavølli bara hevur eydnast at vinna á B71.
Um tað undan kappingarbyrjan hevði verið spátt, at B71 og HB í kvøld skuldu spæla botndyst á Sandi, so hevði tað ikki verið tikið fyri fult. Tølini siga, at B71 ? ikki so óvæntað ? er nummar 10, og at HB ? púra óvæntað ? er á 7. Plássi. Tí verður uppgerðin á Sandi tann, sum í kvøld mest luktar av botnstríði!