Víkingarnir smæddust ikki burtur í Istanbul

Víkingur hevur í kvøld tapt 3-0 á útivølli í Istanbul ímóti turkiska stórfelagnum Besiktas.

Fyrsta málið var skorað við stútara eftir innlegg úr høgru, tá ið knappliga tjúgu minuttir vóru farnir, og hini bæði málini vórðu skorað seinnapartin av 2. hálvleiki. Í báðum førum var tað eftir innlegg úr høgru.

Serliga síðstu tíggju minuttirnar var Víkingur undir stórum trýsti, men talan var ongantíð um, at føroyska liðið varð niðurspælt.

Heldur ongantíð var tað soleiðis, at teir ljósabláu stóðu afturi í egnum brotsteigi og sparkaðu bóltin burtur.

Mest sum hvørja ferð, tá ið víkingarnir fingu fatur á bóltinum, so varð roynt at spæla í staðin fyri at sparka, og oftast bjóðaðu ein ella fleiri seg til. Føroysku spælararnir høvdu eisini viðhvørt sjálvsálit at bjóða av ein ímóti einum.

Mótstøðuliðið var sjálvsagt ov stórur biti hjá Víkingi á heimavøllinum í Istanbul, og Geza Turi í Víkinga málinum hevði fleiri góðar bjargingar, meðan málverjin hjá heimaliðnum bara eina ferð vardi fyri skoti. Tað var frá nýggja Víkinga spælaranum, Páll Klettskarð, í 1. hálvleiki.

Seinni dysturin verður spældur á Svangaskarði hósdagin um eina viku.

 

Besiktas-Víkingur 3-0 (1-0)

Besiktas Inönü - Istanbul hósdagin 15. juli 2010, kl. 21.00

1-0: Nihat Kahveci 19.

2-0: Nihat Kahveci 65.

3-0: Mert Nobre 90.

Dómarakvartett úr Ruslandi: Igor Egorov, Vladislav Khodeev, Andrey Malorodov og Viacheslav Popov

Besiktas: Hakan Arıkan - Tomá? Sivok, Ricardo Quaresma, Nihat Kahveci (Mert Nobre, 83.), Matías Delgado (Necip Uysal, 83.) Bobô, Rodrigo Tabata, Ibrahim Üzülmez, Ibrahim Toraman, Fabias Ernst, Erhan Güven (Ekrem Dağ, 73.)

Venjari: Bernd Schuster

Víkingur: Geza Turi - Bárður Hansen, Niclas Niclasen, Hans Jørgen Djurhuus (Kaj Leo í Bartalsstovu, 46.), Hanus Jacobsen - Sølvi Vatnhamar (Áslakur R. Petersen, 89.), Nenad Stankovic, Súni Olsen, Erling Jacobsen - Páll Klettskarð (Andreas Lava Olsen, 76.) - Finnur Justinussen

Venjari: Jógvan Martin Olsen

Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Rógvi Rygshamar, Martin Olsen, Ingi Sørensen og Hjartvard Hansen

Gult kort: Hans Jørgen Djurhuus 26., Sølvi Vatnhamar 88.

 

-------

 

90 min.+2

3-0: Mert Nobre 90.

Liðugt!

 

Eftir eitt av mongu hornaspørkunum hesa síðstu løtuna eydnaðist tað at økja til 3-0. Eftir horna og út frá var málskjúttin púra leysur mitt fyri málinum - á rangstøðumarkinum.

Lítla løtu frammanundan hevði Áslakur R. Petersen avloyst Sølva Vatnhamar, sum hevði sæð gula kortið.

 

-------

 

85 min.

2-0

Nú er ofta trongligt í brotsteiginum hjá Víkingi, men enn er 2-0!

 

-------

 

80 min.

2-0

Besiktas hevur misnýtt brotsspark, sum varð sent upp um málið. Dómurin tóktist bíligur. Dømt varð eftir gjøgnumbrot í høgru og roynd at senda flatt út frá. Ein av víkingunum tveitti seg fyri at verja fyri, og dómarin metti, at bólturin hevði tikið í armin á liggjandi manninum.

 

-----

 

75 min.

2-0.

Andreas Lava Olsen er júst nú komin á vøllin í staðin fyri Páll Klettskarð.

 

------

 

70 min.

2-0: Nihat Kahveci 65.

Eftir uppspæl í høgru verður lagt flatt út frá, og so verður bólturin skotin flatt í handara síðunet, heilt úti við stólparótina.

Víkingur hevur annars havt lutfalsliga góðan lut í spælinum síðstu løtuna, og tað hevur ikki verið sært, at spælararnir hjá Besiktas hava havt hug at finnast at dómaranum, og at áskoðararnir hava havt hug at bríksla og illneitast inn á sínar egnu. Men nú er lagið betri aftur. Tað er faktiskt heilt gott!

 

---------

 

60 min.

1-0

Hóast yrkisspælararnir úr Besiktas hava bóltin meiri, og hóast Geza Turi fyrsta korterið eftir steðgin hevur havt tvær fram úr bjargingar, so er tað ein fragd at síggja, hvussu væl skipað liðið hjá Víkingi er, og hvussu nær teir ljósabláu royna at leggja sær at spæla og ikki sparka, tá ið teir fáa tak á bóltinum.

Nenad Stankovic hevur júst roynt seg úr 22 metrum, men bólturin fór væl við síðuna av málinum.

Spurningurin er, hvussu tað fer at hilnast við orkuni!

 

46.

Kaj Leo í Bartalsstovu hevur beinanvegin eftir steðgin loyst Hans Jørgen Djurhuus av.

 

--------

 

45 min.

1-0

Víkingur hevur verið sera væl skipaður í verjupartinum í 1. hálvleiki. Tá ið heimaliðið hevur spælt seg til upplagdar málmøguleikar, hava heimamenninir ikki verið serliga neyvir.

Spælbýtið hevur verið 65-35%

 

Í 26. minutti sá Hans Jørgen Djurhuus gula kortið.

 

Í 28. minutti hevði Páll Klettskarð einastu Víkinga royndina í 1. hálvleiki ímóti turkiska málinum.

 

Dómarakvartettin er úr Ruslandi: Igor Egorov, Vladislav Khodeev, Andrey Malorodov og Viacheslav Popov

Besiktas: Hakan Arikan - Tomas Sivok, Ricardo Quaresma, Nihat Kahveci, Marias Delgado, Bobo, Rodrigo Tabata, Ibrahim Uzulmez, Ibrahim Toraman, Fabias Ernst, Erhan Guven

Venjari: Bernd Schuster

Víkingur: Geza Turi - Bárður Hansen, Niclas Niclasen, Hans Jørgen Djurhuus, Hanus Jacobsen - Sølvi Vatnhamar, Nenad Stankovic, Súni Olsen, Erling Jacobsen - Páll Klettskarð - Finnur Justinussen

Venjari: Jógvan Martin Olsen

 

-------------

 

35 min.

1-0

Bernd Schuster, venjarin hjá Bisiktas, sær ikki serliga fegin út. Hann tykist ótolnast eftir, at liðið hjá honum økir um leiðsluna. Víkingaverjan stendur stinn, og allir teir ljósabláu kenna ábyrgd í verjupartinum.

Í einstøkum førum megnar Víkingur at spæla seg fram um miðstrikuna.

Heimaliðið spælir breitt, og innleggini eru góð, men oftast eru tað miðverjarnir, Niclas Niclasen og Hans Jørgen Djurhuus, sum eru fyrstir á teimum.

 

 

20 min.

1-0: Nihat Kahveci 19.

 

Uppspælið til málið var í høgru, og Nihat Kahveci drønstútaði bóltin mitt í málið. Tað tóktist sum um, at hann skumpaði miðverjan í ryggin, áðrenn hann gjørdist púra leysur mitt fyri.

Gongdin er tann sama, sum hon hevur verið alla tíðina.

 

-----

 

5 min.

0-0

Heimaliðið er greitt omaná. Skotroyndirnar ímóti málinum hjá Geza Turi hava verið fleiri, og Besiktas hevur eisini havt okkurt hornaspark.

Enn er tað málleyst.