Fimti og seinasti dysturin í fyrsta umfari av Formuladeildini verður spældur í Gøtu í kvøld klokkan 18.00
Talan er um Eysturoyaruppgerð millum Víking og B68.
Fyri bæði feløgini er talan um nýggjar tíðir. B68 hevur vunnið seg aftur í Formuladeildina og skal royna at stabilisera seg í deildini, og samanlagda felagið hjá LÍF og GÍ skal fyri fyrstu ferð royna seg í Formuladeildini.











