Heimaliðið í Sarpugerði hevur skorað til 1-0 í grannauppgerðini ímóti ÍF Fyrstu løtuna eftir steðgin hevur Víkingur havt støðugt trýst á ÍF í grannauppgerðini, sum er í Sarpugerði í Gøtu.
Tíggju minuttir eftir steðgin hevur Víkingur fingið hol á, so støðan nú er 1-0. Málskjúttin var Zoltan, sum tamdi, áðrenn hann setti bóltin framvið Andras Gango, sum hevur verið ógvuliga stinnur í ÍF málinum.
Uppspælið var í vinstru, har Sam Jacobsen og Magnus Skoralíð spældu seg ígjøgnum, og Magnus síðani legði innfyri.









