Klokkan 17 føroyska tíð fer Víkingur í avgerandi avbjóðingina ímóti Inter Turku í Finlandi. Útgangsstøðan hjá Sigfríða Clementsen og hansara monnum er, at úrslitið fyri viku síðani var úrslitið 1-1 á Svangaskarði.
Tað vil við øðrum orðum siga, at tað er neyðugt hjá Víkingi at skjóta í minsta lagi eitt mál í dag, og so er tað neyðugt at halda mótstøðumonnunum burtur frá at skjóta mál.
-Vit rokna við møguleikanum, og vit stúra á ongan hátt fyri avbjóðingini, verður sagt úr Finlandi, har veðrið er gott, men har hitin ikki er so høgur, at tað á nakran hátt fer at ávirka avrikið hjá víkingunum. Tað verður roknað við umleið 20 hitastigum, tá ið armenski dómarin, Andranik Arsenyan, klokkan 17.00 fer at bríksla fyri fyrstu ferð.