Tað er eingin, sum tykist standa Víkingi kurl í løtuni.
Nýggja og samanlagda felagið hevur ikki tapt í seks dystum, og tað hava teir so heldur ikki ætlanir um, tá teir vitja grannarnar í Fuglafirði.
Sum skilst gera hvørki skaðar ella leikbann um seg hjá Anton Skoradal, sum tí kann blanda kortini júst so, sum hann hevur hug.
Hjá ÍF eru Áki Petersen og Jonn Thomsen tøkir aftur, eftir at teir hava sitið skaddir uttanfyri. Andras Gango sá reytt síðsta sunnudag á Sandi, og hann er leikbannaður ímóti Víkingi. Tá ið Albert Ellefsen fyri fyrstu ferð verður ábyrgdarmaður fyri ÍF í Fuglafirði, verður nýggjur maður ímillum ÍF stólparnar. Tað verður Rógvi Ryggshamar, sum loysti av, tá ið Andras Gango fór av vøllinum á Sandi.