Seinnapartin verður AB gestur í Sarpugerði. Í Víkingi hava teir ikki gloymt ferðina suður á Argir í fyrsta umfari. Tá varð Víkingur roknaður at vera stórur favorittur, men tað royndist illa hjá favorittunum.
Úrslitið var málleysur javnleikur, og venjarin hjá Víkingi staðfesti ta ferðina, at um tað ikki eydnast at skora mál, so ber tað ikki til at vinna, hóast liðið spælir seg til fleiri málmøguleikar.
Víkingur er á fimta plássi við 17 stigum. Tølini siga, at tað hevur ikki riggað so væl við málskjótingini. Víkingur hevur skorað 19 mál, sum er væl færri enn hini liðini, sum kappast um europeisku plássini.
Tølini siga eisini, at Víkingur hevur kiksað fleiri ferðir enn í fyrsta umfari á Argjum.
Ímóti TB endaði tað 0-0 í Sarpugerði, og so vann ÍF 2-1 í Gøtu.
Síðsta sunnudag hilnaðist tað væl hjá Víkingi, sum vann 4-0 á Skála.
Gunnar Vatnhamar er tøkur aftur eftir leikbann. Andreas Lava Olsen og Sølvi Vatnhamar hava verið skaddir. Tað er ivasamt, um teir eru førir fyri at spæla ídag.
Síðani AB vann eitt stig á heimavølli ímóti Víkingi í fyrsta umfari, er tað ongantíð eydnast at vinna fulla úrtøku. Tilsaman hevur AB vunnið fýra stig í fýra javnleikum.
Talvan sigur, at tað gongur illa at skjóta mál – sjey mál í 11 dystum, og at tað fara nógv mál ígjøgnum – 31 mál í 11 dystum.
Skaðalistin hjá AB er langur – Filip í Liða, Hans Jákup Anfinnsson og Jón Krosslá Poulsen, og Bjarni Skála er leikbannaður. Rógvi Poulsen er so mikið skaðadarvaður, at tað er ivasamt, um hann verður førur fyri at spæla ídag.











