Víkingarnir eru bragdligir

Tað er dýrdarveður í Gøtu, har Víkingur í kvøld hevur vitjan av 07 Vestur.

Áskoðarafjøldin er stór, og longu sjey minuttir eftir, at Bárður Mortensen fyri fyrstu ferð hevði bríkslað í Vodafon deildini legði heimaliðið seg framum. Tríggjar minuttir seinni øktu teir til 2-0.

Fyrra málið stútaði Finnur Justinussen, eftir at Sølvi Vatnhamar hevði lagt innfyri úr vinstru.

Seinna málið skoraði Hans Jørgen Djurhuus við fínum skoti av brotsteigarmarkinum.