Danska víkingaskipið Havhingsten varð í nátt togað til Orkneyoyggjarnar. Vánaligt veður í Norðsjónum gjørdi, at manningin á Havhingsten valdi at biðja um sleip gjáranáttina, og í nátt kom skipið til Orkneyoyggjarnar.
Tað var eitt hjálparskip, sum togaði víkingaskipið til lands.
Ein av manningini sigur við danska útvarpið, at tey høvdu ikki annað í at velja enn at biðja um sleip, men hann ásannar, at hetta kom eitt sindur illa við.










