Síðsta uppgerðin í hesum umfarinum í landskappingini verður klokkan 16 í dag, tá ið B36 á ovara vølli í Gundadali fær vitjan av Víkingi.
Í gjárkvøldið var talan um sannan stevnudyst, tá ið HB hevði vitjan av B71. Sandoyingar vístu seg at vera sannar brandar, og teir vunnu 2-1.
Nú fær B36 høvi at vísa, um tað ber til hjá havnarmonnum at vinna stig á Ólavsøku.
Víkingur hevur roynt seg í europeiskum fótbólti, har víkingarnir løgdu rygg til 3-0 tap á útivølli og 4-0 tap á heimavølli ímóti turkiska stórfelagnum Besiktas.
Sammett við undan summarsteðginum eru tríggir spælarar komnir aftrat hjá Víkingi. Talan er um gomlu kenningarnar Erling Jacobsen og Andreas Lava Olsen og so Páll Klettskarð, sum er uppvaksin í KÍ, og sum hevur spælt í FC Amager og Vanløse, meðan hann hevur gingið í studentaskúla í Keypmannahavn.
B36 hevur fingið tveir nýggjar spælarar á liðið. Teir eru um norska álopsspælaran Stig-Roar Søbstad, sum B36 hevur keypt av Argjum, og um verjuspælaran Jónas Þór Næs, sum er uppvaksin í B36, men sum seinatu árini hevur roynt seg í donskum fótbólti og í NSÍ.
B36 hevur 21 stig, og Víkingur hevur 18 stig.
Dómari í dag verður Dagfinn Olsen.