Víkingar við luksus trupulleika

Í Fuglafirði er neyðugt við nýggjum málverja, nú liðformaðurin er leikbannaður

Fótbóltur

 

Fyri fyrstu ferð nakrantíð fer Víkingur sunnudagin at spæla landskappingardyst í Fuglafirði. ÍF hevur tvær ferðir fyrr í ár vitjað í Sarpugerði. Fyrru ferðina vunnu væl uppløgdu fuglfirðingarnir 1-0, og seinnu ferðina vann heimaliðið 2-0.

ÍF hevur einki stig fingið burturúr síðani summarsteðgin, og tá ið tapini hava verið ímóti B68, B71 og Skála, so hava tey borið við sær, at fuglfirðingar eru meiri kroystir nú, enn teir hava verið fyrr í summar.

Hjá Víkingi hevur tað leingi hilnast rættuliga væl. Skoðsmálið eftir fyrsta partin av kappingini var, at Víkingur tapti aðru hvørja ferð. Soleiðis er tað ikki longur. Seks tær seinastu ferðirnar eru víkingarnir farnir av vølli við úrtøku, og góða gongdin hevur borið við sær, at yngsta felagið í bestu deildini nú stríðist fyri at vinna heiðursmerkir.

Manningarliga støðan er góð í Sarpugerði. Teir eru 19-20 til venjingar, og tað er vorðið luksus trupulleiki hjá Antoni Skoradal og Magna Jarnskor at gera av, hvørjir skulu á vøllin, hvørjir skulu sita á beinkinum og hvørjir skulu hjálpa til í 1. deild, har tað eisini hevur gingið væl.

Í Klaksvík var Geza Turi plágaður av haldi í rygginum. Málverjin vandi aftur mikukvøldið, og hann verður heilt víst ímillum stólparnar, tá ið Víkingur fer at vitja í Fuglafirði.

Í Fuglafirði eru Áki Petersen og Jonn Thomsen tøkir aftur, eftir at teir hava sitið skaddir uttanfyri. Andras Gango sá reytt síðsta sunnudag á Sandi, og hann er leikbannaður ímóti Víkingi. Tá ið Albert Ellefsen fyri fyrstu ferð verður ábyrgdarmaður fyri ÍF í Fuglafirði, verður nýggjur maður ímillum ÍF stólparnar. Tað verður Rógvi Ryggshamar, sum loysti av, tá ið Andras Gango fór av vøllinum á Sandi.