Lítlir víkingar. Sjónin fekk ferðsluna at steðga upp eina løtu í Vági fríggjadagin.
Tað var Barnagarðurin Eikilund, sum hevði víkingadag. Longi hava tey arbeitt við at gera prýðislutir, svørð, hjálmar og við at litað klæði.
Fyrireikingar hava verið stórar og drúgvar, tí alt skuldi gerast klárt, ikki minst búnar og tað, ið annars hoyrir einum røttum víkingi til.
Og kanningararbeiðið er stórt, tá ein skal brynja seg sum víking, og tað ger ein m.a. við at læna bøkur um víkingar á bókasavni og tað gjørdi manningin í Eikilund eisini.
Og sangir vórðu eisini gjørdir til høvið og hava teir ljómað í dagavís á dagstovni sum heima, so børnini dugdu teir uttan hóvasták, tá víkingadagurin upprann.
Johanna gjørdist víkingaskip
Og fríggjadagurin kom so víkingadagurin.
Farið varð av stovninum kl. 11 fyrrapartin við kós móti sluppini Johonnu TG 326. Har fingu børnini pizza og okkurt leskiligt.
Men sluppin loysti ikki frá bryggju, sum ætlanin annars var, tí Hann øtlaði veðrið. Og heimferðin mátti gerast í bilum, tí tað regnaði, sum varð tað stoytt úr spannum og hvirlur vóru eisini.
Og hóast veðrið gjørdist víkingunum virðiligt, so er ikki eins hugaligt er vera vátur víkingur í vindi.
Men dagurin eydnaðist væl og endaði við, at foreldrini komu í Eikilund til eina hugnastund.
Sangirnir:
Lag: Vit fáa tevatn og breyð
1.
Ja, víkingar vit eru, og hava onga neyð
Vit hava alt vit ynskja, ja bæði mjólk og breyð
Niðurlag:
Vit fáa egg og tomat
Og elska frukt og salat
Vit fara nú í víking, og eta nógv spinat
2.Vit ganga og vit sigla, og goyma okkum væl
So hann vit ikki kenna, ei síggja okkum skal
N:
Vit fáa......
3. Vit eiga svørð og brandar, og alt ið hoyrir til
Men tá ið omman gandar, tá er eitt verri skil
N:
Vit fáa....
4. Vit eru nokkso villir, tað kundi tú nokk gitt
Men tó vit gerast illir, so eru vit so fitt
Lag: Hon er omma mín (Kular røtur)
Niðurlag:Vit eru víkingar, vit eru víkingar
Vit eru víkingar, vit eru víkingar
Tykkum skal eg vísa, hygg mítt stóra svørð
Øll meg sikkurt ræðast, skinkla bein og lør
Víkingur eg eri, bangin eru øll
Mamma sigur sjálv, eg eri ljótur sum eitt trøll
Niðurlag: Vit eru víkingar.....
Gangi eg við hjálmi, við stórum hornum í
Eri nokkso villur, ongin fer forbí
Men eg haldi næstan, at eg lovi tær
Tí tú er so fittur, og eg veit tú líkist mær
Niðurlag:Vit eru víkingar......