Í illveðrinum í kvøld er Víkingur ferðalagið á veg av Sandi og norður til Gøtu og Leirvíkar við 4-2 sigri á B71 í viðførinum.
Sigurin varð tryggjaður eftir longda leiktíð. Tá ið 90 minuttir vóru farnir var støðan 2-2.
Stutt fyri steðgin setti Víkinga miðverjin Atli Gregersen hol á við langskoti. Miðskeiðis í 2. hálvleiki javnaði Bojan Zivic eftir horna, og tá ið Símin Hansen korter undan leikloki legði B71 framum 2-1, sá ljóst út hjá sandoyingum.
Men so fór Súni Olsen at gera um seg. Hann javnaði til 2-2 beinleiðis uppá fríspark. Í longdu leiktíðini umsetti hann brotsspark til 3-2. Dómarin metti, at Símin Hansen hevði bjargað við hondini, hann varð vístur av vølli, og aftanfyri 3-2 vóru heimamenninir undirmannaðir. Súni Olsen staðfesti 4-2 sigurin, áðrenn longda leiktíðin var hálvrunnin.










