Nú er tað aftur sunnudagsfótbóltur hjá fuglfirðingum. Í fjør spældu teir leygardag og í næstbestu deildini, men nú eru teir aftur í fremstu røð.
Í Sarpugerði kenna teir tað aftur at vera, sum tað eigur at vera, eftir at tað í fjør als ikki gekk, sum tað plagdi at gera.
-Sámal Erik Hentze er aftur venjari. Hann er greiður í, hvat hann vil hava okkum at gera, og tað eru vit tryggir við, sigur Andreas Lava Olsen, sum ofta hevur verið skaðadarvaður, men sum nú er væl fyri.
Fleiri spælarar hjá Víkingi hava verið darvaðir av skaðum. Millum hesar er veteranurin Hanus Jacobsen.
-Gongdin í fjør ber við sær, at vit ikki skulu spæla í Europa í summar. Vit hava sett okkum fyri, at tað skal eydnast okkum at vinna pláss í Europa næsta summar, sigur Andreas Lava Olsen.
Í næstbestu deildini í fjør var tað oftast álopsfótbóltur hjá ÍF. Fuglfirðingar eru greiðir yvir, at avbjóðingin nú verður heilt øðrvísi. Í fjør var Jan Ó. Ellingsgaard fremsti maður og toppskjútti. Hann plagdi at vera vongverji í vinstru og so eitt stutt skifti miðverji:
-Setningurin er at skipa verjuspælið væl. Í álopsspælinum verður tað neyvan við nógvum spælarum frammi á vøllinum, sigur Jan Ó. Ellingsgaard.
-Vit eru uppflytarar, og víkingarnir eru á heimavølli. Hetta er góður dystur at leggja fyri við. Vit hava alt at vinna, og vit eru ógvuliga spentir, sigur Jan Ó. Ellingsgaard.
Dánjal á Lakjuni, sum í fjør var nógv skaðadarvaður, er framvegis so mikið skaddur, at hann ikki verður við ídag.










