Víkingar á tjaldplássinum

Summarfestivalurin hevur tjaldandi forngestir.

Fyrradagin boðaði Summar Festivalurin, at tjaldingin á festivalinum var útseld, og nøkur telt eru komin upp í regninum, tó at tað enn sær út at vera pláss fyri fleiri.

 

Seinastu árini hevur Summar Festivalurin bjóðað fólki at gista í tjaldbygdini, sum liggur mitt á festivaløkinum.

 

Tjaldbygdin lat alment upp klokkan 15, og har er eitt stórt indianaratjald í miðjuni, sum bjóðar suppu til kaldar og vátar tjaldarar.

 

Harafturat hava nakrir víkingar fest sær búgv skamt frá tipi-tjaldinum, ið hava ymiskt í grillini.

 

Fyrireikararnir siga, at fólk kunnu framvegis keypa sær atgongumerki at vitja tjaldbygdina, men tó ikki gista á økinum.