Víkingar útfluttu orð til Onglands

Vanlig ensk orð sum ?take? og ?law? komu til Onglands saman við norskum víkingum. Um tveir bretar tosa saman um at nýggi sjefarahundurin hjá grannanum er ?ugly? - t.v.s. ljótur - hugsa teir neyvan um, at teir hava brúkt eitt orð av skandinaviskum uppruna. Ein rúgva av enskum orðum eru nevniliga als ikki ensk, men eru lániorð av skandinaviskum uppruna.

Ein bretskur granskari, Sara Pons-Sanz hevur nevniliga funnið ein hóp av orðum sum komu hagar við víkingunum. Tá víkingarnir byrjaðu innrás sína í Onglandi í árinum 793 tosaðu teir saman á oldnordiska málinum norrønt.

Tey flestu av orðunum eru hjáorð og navnorð. Íalt hevur enska málið omanfyri 10.000 fronsk lániorð og eini 1000 orð úr skandinaviskum.

Millum lániorðini úr norrønum, og sum vit eisini kenna til her hjá okkum, eru hesi orðini:

- Ugly kemur frá norrøna orðinum ?uggligt?, sum merkir at óttast ella bera ótta við sær

- Husband kemur av norrøna orðinum húsbóndi

- Want (ynskja, vilja) kemur av orðinum vænta

- Take kemur av orðinum taka

- They kemur av orðinum teir, og

- Fellow kemur av orðinum felagi.