Víkingar spenna seg út

Við sigri í steypafinaluni hevur Víkingur longu tryggjað sær rættin at spæla altjóða fótbólt næsta summar. Men sambært Kaj Leo í Bartalsstovu, sum fyri viku síðani skoraði øll Víkinga málini í 4-3 sigrinum á KÍ, skal ikki roknast við, at talan verður um avgreiðsluspurning seinnapartin, tá ið Víkingur fer í Gundadal at spæla ímóti B36:

-Eingin skal ivast í, at vit fara at leggja alt tað fyri, sum vit eru mentir, í royndini at vinna bronsumerkini..

Mikukvøldið skrivaðu Brandur Jacobsen, formaður í Víkingi, og Jógvan Martin Olsen undir nýggjan sáttmála, sum ber við sær, at Jógvan Martin eisini í 2013 verður venjari hjá Víkingi. Higartil hevur samstarvið verið í fýra ár. Úrtøkan er tveir finalusigrar í steypakappingini og tvey bronsuheiðursmerkir í landskappingini. Spurningurin er, um tað í dag fer at eydnast at vinna triðja bronsuplássið.

Ímóti B36 eru Filip Djordjevic og Hjartvard Hansen leikbannaðir. Teir hava eftir summarsteðgin verið fremstu menninir á Víkinga liðnum Evrard Blé er tøkur aftur eftir leikbann. Jógvan Martin Olsen hevur lagt stóran dent á at menna ungar spælarar til besta liðið. Heðin Hansen var ímillum teir fyrstu ellivu fyri viku síðani, og hann telist millum teirra, sum fara í Gundada ídagl.

B36 hevði seks ungar spælarar, ið eru uppaldir í felagnum, á dómaraseðlinum í málleysa javnleikinum í Runavík. Hesa ferð eru teir tríggir, sum hava verið á ferð við U19 landsliðnum, komnir aftrat. Málið í felagnum er at syrgja fyri, at nógvir av teimum, sum eru við til at manna besta liðið, eru uppaldir í felagnum, og dómaraseðilin fyri viku síðani bendir á, at tað sær ikki so galið út.

Símun Joensen er tøkur aftur eftir leikbannað.

Hetta er síðsti heimadysturin í ár hjá B36. Nógv bendir á, at onkrir av spælarunum fara at siga farvæl við árstalsfelagið. Millum hesar eru Atli Danielsen og kanska Meinhardt Joensen. Tað er ikki greitt, hvussu tað verður við Lukasz Cieslewicz næsta kappingarár.