Fótbóltur
Teir vóru verdugir og sinniligir. Men tað var eingin ivi um, at tað neit í mønu og merg hjá spælarum og ábyrgdarpsersónunum og hjá trúgvu stuðlunum, tá ið tað eitt sindur áðrenn klokkan fimm seinnapartin í gjár varð greitt, at Skála ikki verður partur av bestu deildini í 2009.
Skála legði á heimavølli rygg til 2-1 tap ímóti Víkingi, og harvið er tað hagtalsliga ikki møguligt hjá Skála at røkka hægri enn næstaftasta plássið. Tí er niðurflytingin staðfest undan tveimum teimum síðstu umførunum.
1. hálvleikur var ikki so ógvuliga lívligur. Skála vísti størri vilja enn mótstøðumenninir, sum meiri ella minni tykjast hava tikið til eftirtektar, at endastøðan hjá teimum verður niðanfyri heiðursmerkjaplássini og kanska eisini niðanfyri miðstrikuna.
Geza Turi bjargaði tíðliga frísparksroynd frá Poul N. Poulsen til horna, og eftir hornasparksinnleggið sendi liðformaðurin Pætur Dam Jacobsen við høvdinum bóltin upp um málið hjá Víkinga málverjanum.
Leiðslumálið, sum kveikti lítla vón um, at tað kanska fór at eydnast at sleppa burtur úr annars meiri ella minni vónleysu støðuni, skoraði Skála lítla løtu eftir steðgin. Skála legði bragdliga fyri eftir hvíldina, og tá ið stóripinnur hevði verið tríggjar ferðir runt, skoraðu teir eftir hornasparksinnlegg. Bogi Gregersen, sum hevur verið væl upplagdur, síðani hann í summar aftur fór at hjálpa til, smekkaði til, eftir at bólturin var komin út frá, og bólturin sang í netinum aftanfyri Geza Turi.
Skála kom ikki nærri bjargingini enn tepru leiðsluni. Eftir skotríðu var Pætur Dam Jacobsen so óheppin, at hann við høvdinum snittaði bóltin upp um Predrag Markovic í Skála málinum. So stóð á jøvnum, og Víkingur skoraði sigursmálið við brotssparki, sum miðvallarin Sam Jacobsen umsetti til mál.
Tá ið dómarin hevði bríkslað fyri síðstu ferð, fegnaðust teir ljósa bláu um sigurin og tey trý stigini, men tað var ikki sørt, at tað eisini kendist sum um, at teir høvdu ilt av mótstøðumonnunum, sum teir ikki fara at hitta næsta kappingarár.