Tá ið fyrsta umfar í næstbestu fótbóltsdeildini var á skránni leygardagin 16. mars vórðu tríggir dystir útsettir orsaka av kava. Tveir teirra vóru avgreiddir mikudagin 20. mars, men tá var framvegis so nógvur kavi í Klaksvík, at tað ikki var hugsningur um at spæla fótbólt har norðuri.
Hetta vikuskiftið er sett av til kappingina um løgmanssteypið. Í tí kappingini skulu bestu liðini hjá bæði Víkingi og KÍ spæla í morgin.
Einasti dysturin í landskappingini í tveimum teimum ovastu deildunum er útsetti dysturin, sum verður spældur í Klaksvík millum næstbestu liðini hjá KÍ og Víkingi. Fyrsta bríkslið verður klokkan 15.00.
Hesi bæði liðini hava spælt tríggjar dystir, og bæði liðini hava tapt tvær ferðir og vunnið eina ferð.