Fuglfirðingar hava lagt seg á odda í heimadystinum ímóti grannunum í Víkingi.
Nenad Saric átti uppleggið, tá ið hann sneiddi fleiri av, áðrenn hann legði bóltin inn fyri málið.
Fleiri heimamenn vóru framvið, men tað var Víkinga miðverjin Atli Gregersen, sum var so óheppin at stýra bóltin í sítt egna mál.