Víkingur vann í Leirvík greiðan 2-0 heimasigur á VB/Sumba í dag. Finnur Justinussen stútaði eftir horna til 1-0 tíggju minuttir undan steðginum, og Ingi Sørensen staðfesti 2-0 sigurin, tá ið tað restaðu tíggju minuttir.
Heimaliðið tóktist meiri ágrýtið enn VB/Sumba, sum eftir 2-0 tapið á heimavølli ímóti 07 Vestur ikki tóktust rokna við, at tað skuldi bera til at vinna uppflyting.
Fimm minuttir fyri leiklok sá Dan Djurhuus hjá VB/Sumba reytt fyri takling, sum dómarin metti vera til beinleiðis útvísing.










