Víkingar fóru við øllum í vindinum

Giza Hoyvík tapti fyri triðju ferð á heimavølli

Tað vóru ógvuliga vánalig líkindi, tá ið Giza Hoyvík seinnapartin hevði vitjan av teimum næstbestu hjá Víkingi.

Vindurin var so nógvur, at tað var ikki meiri, enn at tað bar til at spæla. Ella rættari sagt var vindurin so nógvur og darvaði harvið so nógv, at tað bar ikki til at spæla fótbólt, og tí var tað tilvildarligt, sum gekk fyri seg á vøllinum.

 

Gestirnir í Víkingi høvdu nógva vindin undan í fyrra hálvleiki, tá ið teir skoraðu øll málini í 3-0 sigrinum.

Regin Jensen setti hol á, tá ið eitt lítið korter var farið, Pól Enok Hansen økti miðskeiðis í fyrra hálvleiki um munin til 2-0, tá ið hann setti fótin undir bóltin eftir innlegg, og 32 minuttir vóru farnir, tá ið Óla Kristian Jacobsen smekkaði til við frísparki, og bólturin fleyg í netmeskarnar.

Heimaliðið hevðil lotið undan í seinna hálvleiki. Tá var í fleiri førum talan um spentar støður, men tað eydnaðist ongantíð at skjóta mál og harvið aftur at kveikja spenning í.

 

Úrslitið ber við sær, at Víkingur nú er á sætta plássi við trettan stigum og harvið seks stig frá niðurflytingarstrikuni, meðan Giza Hoyvík við átta stigum bara er eitt stig frammanfyri Skála og níggjunda plássið.

Giza Hoyvík hevur verið seks ferðir á heimavølli higartil í ár, og hetta var triðja ferðin, at tað ikki eydnaðist at vinna úrtøku.

 

11. umfar

Í dag

KÍ – Skála 1-0 (1-0

NSÍ – B68 2-0 (0-0)

Giza Hoyvík – Víkingur 0-3 (0-3)

HB – ÍF 4-2 (1-1)

Suðringar – B71 1-3 (1-1)

 

11

10

1

0

30

7

31

NSÍ

11

8

2

1

29

11

26

B68

11

8

0

3

30

15

24

ÍF

11

6

2

3

34

22

20

B71

11

6

0

5

23

23

18

Víkingur

11

4

1

6

18

22

13

HB

11

3

0

8

17

18

9

Giza Hoyvík

11

2

2

7

11

23

8

Skála

11

2

1

8

13

20

7

Suðringar

11

0

3

8

11

55

3

 

12. umfar

Leygardagin 26. mai

ÍF – Skála

Víkingur – NSÍ

Giza Hoyvík – B68

B71 – KÍ

Suðringar - HB