Víkingar berjast í Mannafelsdali

Um vikuskiftið hava nógvir víkingar hildið til í Mannafelsdali, sum er dalurin millum Kaldsbaksbotn og Kollafjørð.

Lætt er at koma í Mannafelsdal, um koyrt verður eftir Oyggjarvegnum.

Eitt slag stendur aftur klokkan 17. Tá eru tað norðanmenn og sunnanmenn sum berjast um kirkjuskatt, sum Mús, biskuppur kravdi í sínari tíð fyri at byggja kirkju í Kirkjubø.

67 útlendskir víkingar eru komnir til Føroya i sambandi við tiltakið Bersersk. Víkingarnir hava sett upp legu í Mannafelsdali við tjøldum. Har eru sølubúðir av ymsum slag, og tú sært, hvussu víkingar livdu og arbeiddu.

Slagið millum sunnanmenn og norðanmenn verður sum sagt aftur nú klokkan 17. Annars er legan opin til klokkan 18 í dag.

– Eisini eru føroyskir víkingar við. Saman við víkingum kanst tú royna teg við bardaga og ítrótti av ymsum slag. Tú kanst eisini royna teg í til dømis at karða, spinna, flætta bond, kynda eld, mala korn, leggja snøru, stoypa ljós og tinsmykkur, siga fyrireikararnir..