Víkingahugni í kvøld

Í dag er Víkingadagur í Eystur Kommunu. Dagurin endar við hugnakvøldið í Syðrugøtu Hugnakvøldið byrjar klokkan 21, tá grillirnar verða hitaðar, og børn og vaksin kunnu keypa sær okkurt gott. Út á kvøldið verður skipað fyri felagssangi og skemti.

Eftir felagssangin er almennur dansur á skránni. Tað verða Flemming Petersen og hansara vinmenn, ið spæla. Og tað plagar at borga fyri góðum og undirhaldandi dansi.