Tað sást aftur á stigatalvuni, at tað higartil í ár hevur verið so langt ímillum B36 sigrarnar. Árstalsfelagið er dottið alt nærri botninum, og tað er akuttur tørvur á úrtøku.
Í dag verður setningurin stórur. Steypavinnararnir í Víkingi, sum mikukvøldið vóru í sonnum harradysti á Svangaskarði, vitja, og víkingarnir eru fullir í sjálvsáliti. Um mett verður út frá gongdini nógvu tær seinastu ferðirnar, so er Víkingur greiður favorittur.
Hjá Víkingi kom tað sera illa við, at álopsessið og landsliðsspælarin Andreas Lava Olsen longu eftir eitt lítið korter noyddist av vøllinum á Svangaskarði. Tað er ógvuliga ivasamt, um hann verður førur fyri at spæla í dag. Millum evnini at loysa av áttu at verið Símun Louis Jacobsen og Martin Olsen, men teir eru báðir skaddir.
Í B36 sakna teir í dag miðverjan Herbert í Lon Jacobsen, sum er uttanlands.
Framrættaðu Jákup á Borg og Dennis Holmberg hava verið skaðaplágaðir í vikuni, men tað verður vónað, at teir eru førir fyri at spæla.










