Í kvøld verður norðurlendsk uppgerð í HM-hondbóltskappingini í Spania, tá Danmark og Ísland møtast í Sevilla. Sum er liggur Danmark á odda í bólkinum við seks stigum, tveimum fleiri enn Ísland.
Danir tykjast rættiliga vísir í, at teir fara at vinna dystin. Danskir viðmerkjarar og venjarin, Ulrik Wilbek, ásanna, at íslendska verjan hevur staðið seg væl í HM-kappingini, men teir vísa samstundis á, at hópurin hjá íslendingum er rættiliga smalur. Serliga óheppið er tað fyri íslendingar, at Ólafur Stefánsson, Arnór Atlason og Alexander Pettseron ikki eru í hópinum. Harafturat stríðist onkur íslendskur spælari við skaða.
Danska liðið stillar uttan iva upp í sterkastu uppstilling í kvøld. Dysturin er serligur fyri ein av teimum donsku spælarunum. Hans Lindberg hevur íslendsk foreldur, og hann bleiv ikki danskur ríkisborgari, fyrr enn hann fylti 18.
-Eg eri føddur í Danmark og havi ongantíð kent meg sum íslending, men eg havi stóra virðing fyri teirra avriki í altjóða hondbólti, sigur Hans Lindberg við TV2.