Hesaferð verða Víkingadagarnir hildnir á nýggja kaiøkinum í Leirvík, og har verða tiltøk av ymsum slagi allan leygardagin.
Víkingadagarnir tjóðstarta tó við stóra fótbóltsdystinum í Gøtu fríggjakvøldið, tá ið Víkingur og HB spæla í Effodeildini.
Ein fastur táttur á Víkingadøgunum er at ganga upp um fjall – eftir gomlu bygdagøtuni úr Leirvík til Norðragøtu. Hetta verður leygardagin, og frásøgumaður er Kristian Martin Eliasen.
Kl. 23.00 leygarkvøldið verður røða, fýrverk og felagssangur á kaiøkinum, og frá midnátt og út á náttina spælir Tinganest til dans í tjaldinum á kaiøkinum.









