Aftur í ár verða Víkingadagar í Hovi 27.-29. maj.
Vápnaleikur, matur, vølva, víkingamarknaður, fyrilestrar og dansur eru millum sera mongu tiltøkini á Víkingadøgunum í Hovi.
Hanna Jensen, løgtingskvinna setir dagarnar.
Millum meira forvitnisligu tilboðini er, at víkingaskipúr Danmark vitjar.
Talan er um Helge Ask, sum Víkingasavnið í Roskilde eigur. Skipið er eftirgerð av einum av minnu førunum frá víkingatíðini. skipið hevur 26 árar.
Meira kann lesast um skipið her:
http://www.vikingeskibsmuseet.dk/praktisk/baadelaug/helge-asks-baadelaug/baaden/