Tað eru ikki bara tey føroysku og norðurlendsku vitjandi, sum hava verið hugtikin av sermerkta Víkingaborðinum hjá Rógva í Bø og Jógvan A. Absalonsen, sum er at síggja í Norðurlandahúsinum hesar dagarnar. Ein bólkur av amerikanskum ferðafólkum sýndu til dømis eisini borðinum sera stóran um enn nakað øðrvísi áhuga.
- Tey vóru hugtikin, men tey skiltu vist ikki rættiliga hugskotið. Og tað er kanska ikki so løgið, um tú ikki kennir søguna aftanfyri, sigur Rógvi
Stólar sum skjøldrar
Søgan aftanfyri, sum Rógvi sipar til, er sum vera man víkingasøgan, sum flestu norðurlendingar kenna. Við íblástri frá teimum eykendu víkingaskipunum hevur Rógvi sniðgivið nógv umrødda Víkingaborðið á ein hátt, so bæði skjøldrar, mastur og rá koma til sín rætt av nýggjum.
- Tað var ikki soleiðis, at eg setti mær fyri, at nú skuldi eg gera eitt borð, sum sá út sum eitt víkingaskip. Tað byrjaði við, at eg teknaði eitt borð við íblástri frá tí føroyska bátinum. Seinni fingu vit so hugskotið, at klæða rygglenini á stólunum í sum skipstroyggjur, so teir minna um menn, sum draga en bát, greiðir Rógvi frá.
Harfrá spretti so hugskotið um at gera eitt størri borð í stíl við eitt víkingaskip, har rygglenini eru skapað sum skjøldrar. Sjálvur heldur Rógvi, at tað serliga eru hesir skjøldrarnir, sum geva heildini fatan av einum víkingaskipi. Fyri at geva eina meir livandi mynd av skjøldrunum, eru rygglenini fest við hongslum, so tey kunnu vikast aftur og fram.
- Tað mest eyðkenda við víkingaskipunum vóru uttan iva hesir blanku, útskornu skjøldrarnir, sum hingu á síðuni á skipinum. Uttan teir, var tað ikki vist, at fólk sum tað fyrsta koma at hugsa um eitt víkingaskip, tá tey síggja borðið, heldur Rógvi.
Og tó. Drekastavnurin letur neyvan nakran iva verða um, at talan er um eitt ávíst slag av skipi. Eisini er sjálv borðplátan skipað sum tríggir bekkir, og uppi yvir hongur mastur og rá, sum virka sum borðlampur.
Hugskotið sum telur
Fyri tey, sum hava skil fyri slíkum, er tað týðiligt, at her er talan um serliga dygdargott handverk. Tað er Jógavn A. Absalonsen, snikkari, sum hevur smíðað borðið, umframt at fleiri onnur eisini hava verið við í arbeiðinum. Sjálv borðplátan er ein formlímað mahognipláta, sett saman við glasplátum, og í allar mátar sæst, at hjúklað er um hvønn smálut í hesum ikki minni enn fimm metur langa borðinum.
Júst hetta borðið hevur ikki verið ætlað sum innbúgv í eini vanligari stovu. Tað er tað ov stórt og fyri tey flestu eisini ov dýrt til, og sum skilst, hevur Norðoya Sparikassi keypt Víkingaborðið fyri 250.000 kr.
- Vit hava ongantíð hugsað um at marknaðarført hesi borðini, og í prísi kunnu tey als ikki gerast kappingafør við so nógv annað. Tað hevur heldur ongantíð verið ætlanin hjá okkum, tí um víkingaborð knappliga verða at síggja í hvørjum horni, er øll idéin við hesum horvin. Tað hevði sjálvandi verið lættari at gjørt næsta borðið, og tú hevði fingið møguleika at gjørt okkurt betri, men tá er spenningurin so eisini burtur, sigur Rógvi.
Ein máti at hugsa
Fyri Rógva hevur hetta allatíðina snúð seg um at fáa eitt hugskot og so síggja, um tað ber til at gera tað til veruleika. Soleiðis eisini við Blómuborðinum, sum eisini er at síggja í modellútgávu í Norðurlandahúsinum. Borðið er runt, og stólarnir rundanum hava skap sum blómubløð. Tankin við blómuborðinum kemur best til sín rætt, um tú sært niðuryvir tað, meðan tú ímyndar tær, at fólk sita rundanum.
- Eg helt, at hesin tankin, við at lata fólk sita í blómubløðunum í eini makro blómuverð vera rættiliga stuttligan. Eftir mínum tykki er sniðgeving kanska fyrst av øllum ein máti at hugsa, sigur Rógvi.
Fyri Rógva hevur tað eisini verið sera áhugavert at hoyra reaktiónirnar hjá øðrum, nú hesi verkini hava verið at sæð í Norðurlandahúsinum.
- Vit gjørdu Víkingaborðið fyri eini seks árum síðani, og tey flestu hava spurt, hvar vit hava krógvað tað so leingi, smílist Rógvi.
Hetta er tó ikki fyrstu ferð, borðið verður sýnt fram. Borðið vakti longu stóran ans á eini framsýning á Norðoyastevnu fyri trimum árum síðani, og áhugin er eftir øllum at døma ikki vorðin minni við tíðini. Heldur tvørtur ímóti.