Víkinga samstarvið við Norðoya Sparikassa heldur fram

Norðoya Sparikassi hevur skrivað undir nýggjan samstarvssáttmála við Víking

Nú er tað greitt, at Norðoya Sparikassi eisini næstu árini verður stuðul hjá Víkingi. Nýggj avtala millum Víking og Norðoya Sparikassa er undirskrivað, sigur vikingur.fo.

.
Í nógv ár var Norðoya Sparikassi høvuðsstuðul hjá Leirvíkar Ítróttarfelag. Sparikassin hevði deild í Leirvík, og tí var tað so upplagt at stuðla lokala ítróttarfelagið.


Fyri stívliga átta árum síðani løgdu LÍF og GÍ saman, og nýggja felagið varð Víkingur. Tá ið nýggja felagið og Norðoya Sparikassi fyri nøkrum árum síðani skrivaðu undir stuðulsavtalu var hetta roknað at vera nátúrligt framhald av samstarvinum, sum Sparikassin hevði havt við ítróttarfelagið í Leirvík.

Eftir at Norðoyatunnilin var veruleiki fyri tíggju árum síðani eru høvuðsdeildin í Klaksvík og deildin hjá Norðoya Sparikassa í Fuglafirði næstu peningastovnar hjá teimum í Eysturkommunu – í Leirvík og Gøtu – og tað eru í kommununi bæði kundar og starvsfólk í Norðoya Sparikassa.

Leygarkvøldið fara KÍ og Víkingur at spæla finalu í kappingini um løgmanssteypið. Norðoya Sparikassi er høvuðsstuðul hjá KÍ og harvið stuðul hjá báðum feløgunum, sum hava kvalifiserað seg at spæla í finaluni.