FÓTBÓLTUR
Tey bæði einastu felagsliðini í Formuladeildini brustu saman í Streymnesi í gjár. At tey bæði er sokallað felagslið, ella samansett lið, er eisini so at siga einasti felagsnevnarin fyri EB/Streym og VB/Sumba. Undan dystin lá fyrst nevnda fremst í deildini, meðan hitt lá aftast. Hetta er eisini støðan, nú dysturin er spældur, tí EB/Streymur vann 4-2. Hetta boðar kanska frá einum tryggum sigri, men áskoðararnir til dystin í Streymnesi vita betur, tí so var ikki.
Líktist stórsigri
Lunnar vórðu annars lagdir fyri einum stórsigri, tá víkarmaðurin Bárður Olsen frá brotsteigarmarkinum setti bóltin flatt út í síðunetið. Tá vóru bara fýra minuttir spældir, og løtuna aftaná fekk EB/Streymur í hópatal av málmøguleikum. John Heri Dam, Gert Hansen, Hans Pauli Samuelsen og Ronnie Samuelsen áttu allir at skora, men gjørdu tað ikki.
Tað gjørdi Birgir Jørgensen harafturímóti, tá hann fekk kjansin stutt fyri hálvleik. Hornaspark varð sent innfyri og sterki áleyparin fekk økslina á skotið, og beindi soleiðis bóltin í netið.
Útjavnandi málið skelkaði bæði áskoðarar og leikarar. Ikki tí, EB/Streymur hevði á ongan hátt verið sannførandi hesar fyrstu 40 minuttirnar, men teir høvdu svomið í kjansum og spilt teir ferð eftir ferð.
Tóku øll á bóli
Málið frá Birgir Jørgensen átti at fingið heimaliðið at ressast við, men gjørdi tað ikki. Tvørturímóti var tað VB/Sumba sum kom best frá byrjan í seinna hálvleiki, tá Aco Pandurovic setti eitt brotsspark í netið, sum Egil á Bø hevði framt móti Birgir Jørgensen.
Málið tók alt og øll á bóli, kanska einamest VB/Sumba, sum ikki plagar at vera liðið, ið liggur omaná í einum dysti. Tað gekk tó ikki meiri enn eitt korter, so var leiðslan javnað út aftur. Og so gekk heldur ikki meiri enn eitt korter aftrat, so var EB/Streymur á odda 4-2.
Fyrst javnaði Hans Pauli Samuelsen við frálíkum frísparksmálið upp um múrin. Síðani økti sami maður, tá hann avsluttaði álop, hann sjálvur hevði byrjað í vinstra borði og skallaði returin í netið, eftir at Rafal Kwiecinski hevði buldrað bóltin á tvørtræið.
Soleiðis skoraði víkarmaðurin tvey mál, áðrenn ein annar víkarmaður, Bárður Olsen, skeyt sítt næsta mál í dystinum eitt lítið korter fyri leiklok. Bólturin varð fluttur niðan í vinstra borði, vinstri bakkurin Símun Eliasen leggur inn í brotsteigin, har høgri bakkurin Gert Hansen stendur við handaru stong og stútar bóltin aftur til Bárð Olsen, sum fluktar bóltin flott í kassan.
Byrjaðu, vendu og endaðu dystin
Hóast sensatiónin eina løtu lúrdi í Streymnesi, so ber illa til at siga annað enn, at sigurin til sundalagsmenn var uppiborin. Uppgávan gjørdist kanska meiri møtumikil, enn EB/Streymur hevði roknað við, og helst hevur hetta eisini havt ein avgerandi týdning, at heimaliðið hevði undirmett mótstøðulið sítt.
Men tá er gott at eiga góðar menn, sum kunnu skapa nakað sjálvir og eisini virka framúr í einum vælkoyrandi kollektivi. Tveir slíkar eigur EB/Streymur í Vík. Bárður Olsen úr Vík setti hol á, men so kom EB/Streymur afturum. Hans Pauli Samuelsen vendi dystinum við tveimum málum, áðrenn Bárður Olsen at enda staðfesti sigurin.