Annar parturin førir fram, at vík eitur víkar í hvørsfalli eintal, og soleiðis eigur orðið altíð at verða bent. Tí er skeivt at siga ella skriva t.d. Hoyvíkshólmur ella Tjaldavíkshólmur. Hesi staðarnøvn eita av røttum Hoyvíkarhólmur og Tjaldavíkarhólmur, og soleiðis eiga tey at verða skrivað og framborin.
Nei, sigur hin parturin. Í ávísum førum fær kvenkynsorðið vík endingina –s í hvørsfalli eintal, og tí er rætt at siga og skriva t.d. Hoyvíkshólmur.
Báðir partar fara skeivir.
Sjálvandi hevur vík bert endingina –ar í hvørsfalli eintal. Vit fara til Víkar, Tjørnuvíkar, Húsavíkar o.s.fr., men hóast tað kunnu vit av røttum bæði siga og skriva Hoyvíkshólmur og Tjaldavíkshólmur, sum fólk flest eisini gera.
Innan navnagransking er tað eitt vælkent fyribrigdi, at er fyrri liður í einum samansettum navni í sjálvum sær eitt samansett navn, gerst orðið ov tungt at frambera, og fyrri liðurin missir tí bendingarendingina. Um neyðugt er, setir brúkarin í staðin inn, tað navnagranskarar kalla eina kompositiónsfugu, sum vanligvís er eitt -s-
Vit siga Víkarbyrgi, tí fyrri liðurin í sjálvum sær er eitt einstakt orð, men vit siga Tjaldavíkshólmur, tí fyrri liðurin – Tjaldavík – í sjálvum sær er settur saman av tveimum orðum. Bendingarendingin –ar verður tí burtur í Tjaldavík, og fyri at binda hetta langa navnið saman seta vit inn kompositiónsfuguna –s- millum orðini Tjaldavík og hólmur – Tjaldavíkshólmur. Hetta hava føroyingar gjørt í mangar øldir. T.d. verður í brøvunum um arvastríð um ein garð í Húsavík frá fyrst í 1400árunum skrivað Húsavíksgóðs.