Víðka virksemið í ungdómshúsinum í Hoyvík

Tað verður Bjarni Beder, sum skal samskipað virksemið í ungdómshúsinum í Hoyvík, Klubb 188, sum húsast í Frítíðarskúlanum í Hoyvík - og sum nú víðkar um virksemið.

- Vit fara nú at hava opið tríggjar ferðir um vikuna, sigur Levi Mørk, sum er leiðari í Frítíðarskúlanum í Hoyvík og í Klubb 188, eins og hann eisini er býráðslimur í Tórshavnar Býráð. Levi Mørk sigur, at játtanin nú er 550.000 krónur í 2011, og at tað mesa av játtanini fer til starvsfólkalønir. Fyri at tryggja betri góðsku er tað tí eisini neyðugt við einum føstum samskipara, sigur hann.

 

Hann sigur eisini, at tað hevur verið eitt ynski frá ungdóminum, at ungdómshúsið hevur longur opið, og at tað verður skipað fyri ymsum fyri ungdómin í ymsu aldursbólkunum.

 

- Vit eftirmeta støðugt tørvin, og tí hava vit eisini tikið hetta til eftirtektar. Vit gera tí broytingar, sum vit royna fram til 1. apríl, sigur Levi Mørk.

 

Opningstíðir og aldursbólkur hjá Klubb 188 í 2011.

Týsdag: Frá klokkan 18 til klokkan 22 aldursbólkur 13 ár til 18 ár

Fríggjadag: Frá klokkan 20 til 24 aldursbólkur 6. og 7. flokkur.

Leygarkvøld/nátt: 21 til 02. aldursbólkur 8. flokkur til 18 ár

 

Byrjað verður týsdagin 4. januar 2011, og tá er aldursbólkurin 13 ár til 18 ár.

 

Á skránni týsdagin verður eitt valkvøld, har tey ungu skulu velja fimm ung í eitt ungdómsráð.

 

- Ætlanin við ungdómsráðnum er fyrst og fremst, at tey ungu skulu sjálv seta dám á virksemið. Ungdómsráðið verður valt fyri tríggjar mánaðir. Vit fara eisini at gera eitt sokallað limakort, sum vísir navn, mynd og aldur á teymun ungu. Hetta skal so vísast fram, tá ið opið er. Hetta verður eisini eitt evni, sum ungdómsráðið hjá okkum kemur at taka støðu til. Vit ætla at hava ymisk tiltøk við 3. hvønn mánað. Seinni í januar ella fyrst í februar 2011 hava vit aftur eitt DJ/VJ show í samráð við www.tónleikur.fo. Hetta royndu vit í november og tað gekk sera væl, sigur Levi Mørk.

 

Tað verða trý starvsfólk til arbeiðis tey kvøldini, tá opið verður, og nógv arbeiðsorka fer vit til at umskapa virksemið frá Frítíðarskúla til KLUBB virksemi og rigga alt av aftur til Frítíðarskúla.

 

Levi Mørk sigur, at hetta ber til. Hann heldur, at Frítíðarskúlin er eitt framúr gott hús til ungdómsvirksemi. Umframt ungdómshúsið og Frítíðarskúlan, so hýsir bygningurin eisini skúla. 1. og 2. flokkarnir í Hoyvíkar skúla hava sínar skúlastovur í sama bygningni. Tað eru somu næmingar, sum ganga í frítíðarskúlanum eftir skúlatíð.