Norrønt Atantssamstarv (NORA) hevur lagt fram eina ætlan, sukm skal seta meira ferð á vinnuligt sam-starv og granskingar-samstarv í Norðuratlantshavi. Harumframt er ætlanin at víðka NORA-samstarvið til eisini at fevna um Skotland og Kanada
Á eini ráðstevnu í Reykjavík 10. februar legði Nora fram eina ætlan um, hvussu samstarvið millum londini í Norðuratlantshavi kann styrkjast og víðkast.
Á ráðstevnuni luttøku embætisfólk, politikarar og fleiri úr norðuratlantisku londunum og embætisfólk frá norðurlendska ráðharraráðnum og stovnum undir hesum. Harumframt luttóku embætisfólk, politikarar og onnur úr Skotlandi og Kanada.
Arbeiðið at fáa til vega eitt dyggari og víðkað sam-starv hevur norðurlendska ráðharraráðið sett í gongd, millum annað grundað á frágreiðingina "Vest-Norden i det nordiske samarbejde". NORA tók táttin upp, tí nú var møguleiki fyri at fáa ferð á tær royndir og ætlanir, sum NORA frammanundan hevði.
Víðkað samstarv
Norðurlatlantiska samstarvið, sum higartil hevur fevnt um Grønland, Ísland, Noreg og Føroyar, skal ætlandi víðkast bæði suður- og vestureftir.
Kanadisku umboðini á ráðstevnuni komu úr Nova Scotia og New Foundlandi. Úr Skotlandi koomu fólk frá m.a. fyrisitingunum í Skotlandi og Hetlandi.
Ráðstevnan vísti, at stórur áhugi er í hesum londunum fyri samstarvi, og at tey leggja dent á júst somu samstarvsevni sum NORA-londini.
Verkætlanarsamstarv við hesi londini fer fram longu sum er, og royndirnar vísa, at stórir møguleikar eru í víðkaðum samstarvi. Tvær tílíkar ætlanir vórðu lagdar fram á ráðstevnuni.
Teir vinnuligu og aðrir fyrimunir, ið eru í at samstarva við londini fyri sunnan og vestan, liggja eisini í einum tættari samstarvi við hini norðurlondini. NORA skal tí leggja dent á at fáa norðurlendskar vitanardeplar uppí samstarvsverkætlanir.
Samstarvsøki
Tey vinnuøki, sum NORA vil leggja serligan dent á, eru:
?Gagnnýtsla av havtilfeingi
?Kunningar- og samskiftistøkni
?Ferðavinna
Hetta eru øki, sum hava stóran vinnuligan og búskaparligan týdning og vakstrarmøguleikar. Á ráðstevnuni kom felags áskoðanin hjá londunum týðiliga til sjóndar.
Møguleiki verður eisini fyri at stuðla øðrum vinnuligum samstarvsverkætlan-um enn innan frammanfyri nevndu høvuðsøki. NORA skal harumframt leggja dent á økini flutning og burðadygga framleiðslu. Arbeiðið hjá NORA á hes-um báðum økjunum verður tó helst av meiri yvirskipaðum slagi.
Arbeiðsháttur
Tann arbeiðshátturin, sum NORA hevur brúkt, verður broyttur og tillagaður eini meira framsóknari framtíðarætlan.
NORA skal skipa fyri tiltøkum, har fyritøkur og granskingar- og menningarstovnar hittast fyri at av-tala samstarv og at tilevna nýggjar samstarvsverkætlanir. Tað eru hesi netverkini, sum m.a. verða berandi í samstarvinum millum fyritøkur í londunum.
Vest-Norden frágreiðingin vísti á, at tørvur er á einum norðuratlantiskum palli, har politikarar og fleiri hittast fyri at umrøða felags viðurskifti og ætlanir. NORA ynskir at skipa fyri einari tílíkari ráðstevnu. Møguliga saman við øðrum verandi av sama slagi.
Verkætlanarstuðul verður framvegis ein hornasteinur hjá NORA. Arbeitt verður fyri at fáa til vega tættari samstarv við fíggingar-grunnar í einstøku londunum fyri at útvega fíggjarligt grundarlag fyri enn størri samstarvi millum fyritøkur í londunum.
Sum nakað nýtt fer NORA eisini at veita stuðul til forverkætlanir til granskingarsamstarv. Hetta skal gera tað meira áhugavert hjá granskingar- og menningarstovnum at taka lut í ráðstevnum og øðrum tiltøkum hjá NORA, og samstundis gera tað lættari at skapa netverk millum hesar stovnararnar og fyritøkur tvørtur um landamørk.
Føroyskt sjónarhorn
Fyritøkur hava ofta tørv á at finna samstarvsfelagar í grannalondunum, tí hetta á ymsan hátt kann styrkja teirra støðu. Hjá t.d. KT-fyritøkum og biotøkniligum og øðrum fyritøkum er atgongdin til vitan og marknaðin avgerandi faktorar. Tað sama er áhaldandi vørumenning, ið er sera kostnaðarmikil.
Í samstarvi við aðrar fyritøkur kunnu tílíkar uppgávur lyftast í felag, og við at samstarva við útlendskar fyritøkur tilføra tær hvørjari aðrari nýggjar áskoðanir og møguleikar. Ikki minst fáa fyritøkurnar lættari atgongd til gransk-ingar- og menningarumhvørvini hjá hvørjum øðr-um.
Tað, at lagt veður til sam-starv, ið næstan av sær sjálvum lendir so at siga beint omaná vinnuøkjum, sum hava hægstu raðfesting í føroyska vinnupolitikkinum, kann sigast at vísa, hvussu eins londini í Norðuratlantshavi hugsa um framtíðarviðurskifti. Hetta gevur góðar vónir um útlitini fyri komandi samstarvi.
Í ætlanini hjá landsstýrinum at fleirfalda innsatsin innan gransking og menning í Føroyum, kann samstarvið, sum NORA leggur upp til, fáa eitt týðandi pláss. Góðskan í og nyttan av føroyskari gransking og menning veksur munandi í slíkum samstarvi.
?????
Fakta um Norrønt Atlantssamstarv
NORA er norðurlendskt økissamstarv, ið fevnir um Grønland, Ísland, Norður- og Vesturnoreg og Føroyar
NORA virkar fyri
?at víðka búskaparliga grundarlagið gjøgnum burðardygga tilfeingisnýtslu og framleiðslu
?at styrkja nýskapandi tilgongdir við at sameina vinnulig umhvørvi og granskingar- og menningarumhvørvi
?at styrkja norðuratlantisku samfeløgini við samstarvi um felags mál, og
?at menna globalu støðuna hjá londunum gjøgnum víðkað samstarv við hini Norðurlondini
Hetta verður gjørt við at stuðla undir netverk og samstarv millum vinnuligar fyritøkur og vitanardeplar í londunum, og við at veita stuðul til samstarvsverkætlanir millum fyritøkur og granskingar- og menningarstovnan í londunum
NORA hevur í 25 ár lagt stóran dent á at víðka um vinnuliga grundarlagið í londunum við m.a. at stuðla royndum til nýggja framleiðslu
Høvuðsskrivstovan hjá NORA er í Tórshavn, og avgreiðsluskrivarar eru í Noreg, Íslandi og Grønlandi.
NORA verður fyrisitið av eini nevnd við 12 limum ? trimum úr hvørjum landi. Føroysku nevndarlimirnir eru Rúna Hilduberg, Thomas Arabo og Súni Poulsen. Føroyar hava formansskapin í NORA fram til juni í ár, tá Grønland tekur yvir.
Freistin at søkja um stuðul til nýggjar samstarvsverkætlanir er 1. apríl.
Meira fæst at vita á slóðini www.nora.fo