Fyri at víðka um samstarvið millum Ísland og Føroyar á mentanar- og ferðavinnuøkinum, hava Tórshavnar og Reykjavíkar kommuna gjørt eina sjáldsama menningaravtalu. Avtalan umfatar millum annað filantropiskt sluppvinaarbeiði, bæði frá Føroyingafelagnum í Reykjavík og frá Íslendingafelagnum í Føroyum.
Í avtaluni verður m.a. sagt:
Í 2010 sigldi sluppin, Westward Ho, frá Tórshavn til Akranesar og Reykjavíkar í sambandi við Hátíð havsins fyrst í juni mánaði tað árið. Westward Ho er træskip, smíðað í Grimsby í 1884. Sluppin er ogn hjá Tórshavnar Kommunu, men verður umsitin av einum felag, ið nevnist Sluppvinir.
Vitjanin av sluppini vakti stóran ans og var eitt sera jaligt tiltak, har vinalag og skyldskapur føroyinga og íslendinga var týðiligt. Henda avtala er gjørd fyri at víðka um samband íslendinga og føroyinga og fyri at minna á merkisverda søgu og samstarv í sambandi við sigling og fiskiveiðu.
Partarnir eru samdir um, at sluppin, Westward Ho, siglir til havnirnar hjá Faxaflóahöfnum sf. á Hátíð havsins árið 2012 og síðan triðja hvørt ár. Tórshavn og Faxaflóahafnir sf. fara tey árini, ið siglt verður, at tryggja stuðul til ferðina, upp til 70.000 DKK, javnt frá hvørjum parti.
Tá Westward Ho siglir til Reykjavíkar og til Føroya, skal sluppin vera mannað av íslendingum og føroyingum. Roynt verður at hava kynslutfallið á manningini javnt. Um borð verður greitt frá slupptíðini í Føroyum og Íslandi, og eisini verður greitt frá, hvussu seglskip skulu siglast.
Móttøka av sluppini á havnarøkinum hjá Faxaflóahöfnum sf verður í tøttum samstarvi við Sjómannadagsráðið og Føroyingafelagið í Reykjavík. Tá sluppin vitjar í Reykjavík, verður dentur lagdur á at kunna um Føroyar, Tórshavn og føroyska mentan, og skulu partarnir í felag taka sær av at fyrireika kunningina. Samstundis sum sluppin vitjar, fer Faxaflóahafnir sf. at gera sítt til at halda søguna livandi um íslendskar træbátar og ta strandarmentan, ið teimum viðvíkur, við at bjóða træbátum og skipum í havnirnar hjá Faxaflóahöfnum sf.
Tá Westward Ho kemur til Tórshavnar verður, í samstarvi við Tórshavnar Kommunu, Tórshavnar havn, Íslendingafelagið í Føroyum og fleiri onnur, dentur lagdur á at kunna um Ísland og íslendska mentan, Reykjavík, Akranes og Borgarbyggð.
Eftir førimuni skulu partarnir í hesi avtalu í felag stuðla umsóknum frá Sluppvinum í Føroyum, ið tekur sær av rakstrinum av Westward Ho, um stuðul vegna hesa avtalu og stuðulsumsóknir vegna Hátíð havsins í sambandi við vitjan av træbátum og skipum á hátíðini.
Avtalan bleiv í dag undirskrivað av Heðin Mortensen, borgarstjóra í Havn, og Jón Gnarr, borgarstjóra í Reykjavík. Aftaná handaði Heðin Mortensen Jóni eina gávu, sum var eitt listaverk hjá Vígdis Sigmundsdóttir, eitt klipp av einum føroyskum dansiringi, sum Jón Gnarr var avbera fegin um.