Víðka Gásadalstunnilin

Gásadalstunnilin verður nú gjørdur breiðari, enn uppnunaliga var ætlað. Og tað ger ikki arbeiðið dýrari, verður sagt frá landsverkfrøðinginum

Tunnilsgerð

Gjørt er av at gera Gásadalstunnilin breiðari, enn upprunaliga ætlanin var. Tað ger ikki tunnilin dýrari, men hevur tann fyrimun, at eyka nøgdir av gróti, sum nýtast kunnu til annað arbeiði, fáast.
?Hóast tunnilin verður gjørdur breiðari, tað vil siga, at størri nøgdir av gróti verða sprongdar og koyrdar út, ger tað ikki abeiðið dýrari, sigur Finnleif Durhuus á skrivstovuni hjá landsverkfrøðinginum.
Grundin er tann, sigur hann tunnilin var í smalara lagi at arbeiða í hjá teimum stóru maskinunum, brúktar verða í dag. Tað vil siga lastbilum og gravimaskinum, sum skuldu fáa sprongda grótið út úr tunlinum.
Tunnilin var ein sonevndur 5,5 tunil, grieiðir hann frá, og kravt varð, at víkipláss skuldu gerast við ávísum millumrúmum, so bilar kundu møtast í tunlinum. Tað tók eisini tíð at gera.
Nú verður hinvegin allur tunilin, sum eftir er, sprongdur í teirri breidd, víkiplássini annars skuldu havt. Maskinurnar fáa betri arbeitt, og á tann hátt verður møguligur meirkostnaður vunnin inn aftur í tíð, so tað alt í alt kemur út upp á eitt. Tó við tí fyrimuni, at meira tilfar fæst út úr tunlinum, sum so aftur kann brúkast í øðrum arbeiði, sigur Finnleig Durhuus.
Hvar slíkt tilfar kann brúkast, sigur hann einki um, men nevnir kortini, at eitt nú parkeringsplássini við flogvøllin kunnu vera eitt stað, har kærkomið er við gróti til ífyllu.
Hóast tunnilin nú verður breiðkaður, merkir tað ikki, at talan er um at gera ein tvísporaðan tunnil til Gásadals. Hann verður koritni so mikið breiður at tveir persónbilar kunu møtast á koyribreytini. Líka sum í Kunoyartunlinum.
Arbeiðið í Gásadalstunlinum gongur annars sum ætlað, letur Finnleif Durhuus at. Ætlanin er at koma ígjøgnum i ár, og tað vónar hann fer at halda, soleiðis sum tað sær út í løtuni.
Tilfarið, borað verður ígjøgnum, er gott, og fjallið sterkt og turt. Ein lítil leki var einaaferð herfyri, men honum eru teir farnir framvið, og tætt er aftur.
Men tá komið er ígjgøgnum, er ikki nógv væntandi meira, sum út sær á fíggjarlógaruppskotinum, sum fyriliggur. Tríggjar milliónir eru settar av næsta ár, og tær røkka ikki langt at gera eitt nú veg úr tunlinum oman til Gásadals fyri.
Oyvindur Brimnes, landsverkfrøðingur, hevur fyrr sagt við Sosialin, at tær tríggjar milliónirnar fara í høvuðsheitinum til arbeiði inni í tunlinum. Eitt nú sovorðið sum at tryggja loftið.


i