Víðka arbeiðssteðgin

Tað verða ikki einans narkosusjúkrarøktarfrøðingar, ið fara í verkfall mánamorgun

Eftir at samráðingarnar millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Lønardeildina hjá Fíggjarmálaráðnum slitnaðu fríggjakvøldið, boðaði felagið frá, at arbeiðssteðgurin, ið upprunaliga varð lýstur at byrja síðsta mánadag, men bleiv fyribils útsettur tí semingsmenninir komu uppí samráðingarnar, byrjaði alt fyri eitt.


Sostatt fóru narkosusjúkrarøktarfrøðingarnir á Landssjúkrahúsinum, Suðuroyar Sjúkrahúsi og Klaksvíkar Sjúkrahúsi alt fyri eitt í verkfall, men mánadagin verða tað uppaftur fleiri starvsfólk, ið niðurleggja arbeiðið.


Á heimasíðuni hjá fakfelagnum verður nevniliga upplýst, at arbeiðssteðgurin mánadagin verður víðkaður at umfata ymiskar leiðarar. Talan er um sjúkrarøktarfakligar varastjórar á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, Suðuroyar Sjúkrahúsi og Landssjúkrahúsinum, leiðaran á Uttanlandstænastuni, depilsleiðarar á Kirurgiska deplinum og Medisinska deplinum á Landssjúkrahúsinum og allar deildarleiðarar og varadeildarleiðarar á øllum sjúkrahúsunum við undantikið á Psykiatriska deplinum á Landssjúkrahúsinum.


Harumframt skrivar felagið, at meðan arbeiðssteðgur er, noktar Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar sínum limum at luttaka í sjúklingaflutningi.


Víðkaði arbeiðssteðgurin er galdandi frá mánamorgni 6. november 2017 klokkan 08.00.