væðing

til róa og alexand

undir heiðum himni eg sat
og sá stjørnurnar glampa so blíðan.
fyri meg minni runnu og fjøllini minnini lívdu.
undan ljósi og megi trívast flest øllum menniskju.
orð eru orð og tað vera tey við.

summarið fór so innidælt avstað við tí vísa orðinum.

ongantíð settist tað so at hjartanum,
sum táið tú kysti meg, fljóð.
mikið er skrivað av øllum slagi.
men einki ber av brosi tínum.
og tínum lívsjáttandi andliti.
set teg niður her og syng ein sang saman við mær.
ger mær eina hugnaliga stund, sum vit
bæði kunnu minnast aftur á, táið vit eru gomul.

mennist í hjørtum tann vónin
um lívdir at taka og geva.
lívdir um velja og vraka.

stilt syngur tøgnin her undir væðingini
sum eg siti og hugsið um droparnar
sum allir eru høv í sjálvum sær.

gleðist tín sigursljósi látur.

landið sum sum tú eigur hevur merkið.
men merkið er ikki merkið.
uttan at merkja seg sjálvt.


frí á hestbaki millum ánna
og havið vit sita og hugna okkum.

ver eitt minni í míni sjúku sál.
og dagurin eykast
við broyting.


christian fróði djurhuus