Vágur: Klárt til 50 metrar hylin

Økið inni á Oyrunum, innanfyri elverkið hjá SEV, er nú gjørt byggiklárt til ætlaða svimjihylin, ið skal verða 50 metrar langur.

Í oktober og november var annars økið, eftir áheitan frá Vágs kommunu, ruddað.

Fyrireikararnir av 50 m. svimjihylinum á Oyrunum hava eisini gjørt royndargravingar av lendinum. Hesar kanningar staðfesta, at undirlendið er bæði sterkt og fast.

- Lendið inni á Oyrunum er lutvíst sprongt úr berginum og fylt út, í samband við at grótkast varð gjørt á Vágsfirði fyri góðum 20 árum síðani, skrivar heimasíðan hjá teirri komandi svimjihøllini www.svimjihollin.com.

Eftir at tað er ruddað á Oyrunum og grót- og moldrúgvur eru fluttar, er økið nú gjørt byggiklárt til 50 metrar svimjihylin.

(Mynd: svimjihollin.com)