Vágur er vakur og innbjóðandi

- Tá ein miðbýur sær kaotiskur út, kunnu borgararnir skjótt fáa ta kenslu, at støðan er kaotisk, sigur Dennis Holm, borgarstjóri í Vágs kommunu.

Vegna Vágs kommunu gleðir borgarstjórin seg at vísa fólki, sum hava verið burtur í eina tíð, býin aftur, nú jóansøka verður í Vági um vikuskiftið, tí nógv er hent í býnum seinastu trý árini.

 

- Breið semja hevur verið í býráðnum um at fríðka um miðbýin, gera parkeringspláss liðug, sum hava staðið í hálvum gekki, gera fortov, kantar, borð, benkur og torg. Nú kunnu fólk seta seg niður og njóta løtuna í miðbýnum í Vági.

 

Dennis Holm vísir á, at býráðið fær nógvar afturmeldingar frá fólki um, at býurin seinnu árini er vorðin nógv vakrari og meira innbjóðandi.

 

- Tað er nokso bevíst, at hetta arbeiði er gjørt yvir seinastu trý árini, nú fíggjarliga rásarúmið hjá kommununi er vorðið betri, enn tað hevur verið í fleiri ár. Vit hava valt at gera hetta innan karmarnar av okkara fíggjarorku, soleiðis at hetta arbeiði ikki hevur kenst tyngjandi.

 

Borgarstjórin heldur, at tá ein miðbýur sær eitt sindur kaotiskur út, sum hann tekur til, kunnu borgararnir skjótt fáa ta kenslu, at støðan er kaotisk.

 

- Nú kunnu vit siga, at okkara miðbýur er vakur og innbjóðandi, og tað eru vit ógvuliga fegin um. Nøkur parkeringspláss og vegastrekkir skulu asfalterast, soleiðis at býurin á jóansøku verður enn vakrari, sigur Dennis Holm.