Fótbóltsfepurin í Vági er høgur. Alla síðstu viku og ikki minst í fyrradagin og í gjár hevur nógv verið tosað um fótbólt. VB er fremst í landskappingini, og tað leggur upp til, at fótbóltsprátið verður nógv fram til leygardagin. Tá fer ein rúgva av vágbingum við býráðsformanninum Jógvani Krosslá á odda í Gundadal. Málið er at vinna á B36 og harvið at fáa fyrsta FM heitið nakrantíð suður til Vágs. Og vágbingar trúgva uppá, at tað fer at eydnast.
? Spælararnir eru greiðir yvir,hvat tað snýr seg um. Eftir lúsingin í Runavík hava teir dugað sera væl bara at savnað seg um næstu uppgávna, og tað fara teir eisini at gera í hesi vikuni. Teir eru fullgreiðir yvir, at um kappingarárið skal gerast so væl eydnað og harvið minnisríkt, sum tað er lagt upp til, so skulu teir vinna á B36.
Hetta sigur Mannbjørn Tausen, formaðurin í VB. Hann hevur verið við í fótbóltinum í mong ár. Vit hava hesa síðstu tíðina fleiri ferðir nevnt, at VB ongantíð áður hevur fingið heiðurskrónur í landskappingini. Tað er rætt, men tað er ikki rætt, at VB ongantíð hevur verið frammanfyri fjórða plássið:
? Í 1977 endaðu vit á triðja plássinum. Men tá var hetta við heiðurskrónum ikki komið, so vit hava eingi sjónlig minni frá tí árinum, staðfestir formaðurin, sum fegnast um støðuna og heldur fleiri orsøkir vera til hana:
? VB hevur ofta havt gott fólk, men tað hevur ongantíð rokkið til, at vit hava spælt um meistaraskapin. Orsøkin hevur fyrst og fremst verið, at hópurin hevur ikki verið nóg breiður. Tað hevur kostað, at vit hava verið noyddir at havt tveir ella tríggjar spælarar á liðnum, sum ikki hava verið nóg væl fyri til 1. deildarfótbólt. At vit nú eru so væl fyri kemst ikki minst av, at vit hava fýra útlendingar á liðnum, sum hava víst seg at verið teir stuðulsspælararnir, sum føroyskur fótbóltur má rokna við, at útlendingarnir eru ? um tað skal vera nøkur meining í at fáa teir henda vegin.
Men parturin hjá tykkara egnu hevur ikki ligið eftir?
? Avgjørt ikki. Hvørki hjá teimum, sum hava verið við í mong, mong ár ella hjá teimum, sum eru ungir og tískil óroyndir í hesum høpinum. Allir hava lagt nógv fyri í venjingini, og eg vóni inniliga, at teir leygardagin vinna og harvið fáa ta løn fyri stríðið, sum eg haldi, at teir hava uppiborið, sigur VB formaðurin.
Mannbjørn Tausen ætlar sær í Gundadal leygardagin. Spælararnir plaga ofta at fara norður kvøldið fyri dystirnar, og soleiðis verður tað ivaleyst eisini hesa ferð. Summi av viðhaldsfólkunum sunnanfjørðs fara norður fríggjadagin, og leygarmorgunin verður Smyril væl mannaður við VB viðhaldsfólkum.
Misnøgdir við tulkingina
Í Vági eru teir sera misnøgdir við, at fyrst kappingarnevndin og síðani dómsnevndin hjá FSF hava gjørt av, at nýggju ásetingarnar skulu tulkast soleiðis, at innanhýsis málmunurin ikki hevur nakran sum helst týdning.
VB kærdi fríggjadagin avgerðina hjá kappingarnevndini til dómsnevndina. Leygarkvøldið hevði dómsnevndin tikið støðu. Teir staðfestu avgerðina hjá kappingarnevndini. Vit hava skilt, at Christian Andreassen, sum er løgfrøðiligur ráðgevi hjá kappingarnevndini, ikki luttók í viðgerðini. Ólavur Jákup Kristoffersen er eykalimur í dómsnevndini. Hann er gamal HBari, og tí helt hann seg ikki til at vera við í viðgerðini. Tað vil við øðrum orðum siga, at tað vóru Páll Nielsen og Jegvan M. Eliasen, sum stóðu fyri staðfestingini.
? Vit kunnu ikki gera meiri við hetta málið, og fyri okkara viðkomandi er hetta liðugt. Men vit skilja ikki tulkingina, og eg ivist ikki í, at reglan og tulkingin fara at verða tikin upp, tá feløgini og FSF fara at eftirmeta kappingarárið, sigur Mannbjørn Tausen.
Teir í VB gjørdu stórt kanningararbeiði, áðrenn teir kærdu avgerðina hjá kappingarnevndini:
? Vit spurdu okkum fyri hjá altjóða fótbóltssamgonguni. Í grein eitt í kappingarreglnum verður sagt, at alheimsreglurnar eru galdandi í føroyskum fótbólti saman við føroysku reglunum. Vit fingu at vita, at í Spania eru somu reglur galdandi sum í Føroyum. Har telja innanhýsis málini. Um tað stendur á jøvnum, so verður hugt at málum, sum eru skorað á útivølli. Jugoslavarnir, sum eru hjá okkum, hava sagt okkum, at hetta sama er galdandi í Jugoslavia, men hetta hava vit ikki fingið staðfest hjá FIFA. Men nú vóna vit, at tað ikki verður aktuelt við hasi greinini. Á aðalfundinum má hetta fáast í rættlag, og so ætla vit okkum ikki at tosa meiri um tað, sigur Mannbjørn Tausen, sum hevur eyguni og hugsanunum vendum ímóti leygardegnum, tá VB fer í Gundadal at stríðast fyri fyrsta FM heitinum nakrantíð.