Í løtuni verður økið Úti í Oyrunum í Vági ruddað og alt grótið, sum er har, skal flytast. Hetta arbeiðið fer væntandi at taka nakrar vikur. Tá liðugt er, er ætlanin hjá Vágs kommunu at stoypa fundament til eina marghøll, sum skal byggjast á økinum.
- Ætlanin er, at fundamentið skal standa liðugt við ársenda, og síðan er ætlanin at seta høllina upp til várs. Gongst, sum ætlað, verður høllin klár at taka í nýtslu í august mánað næsta ár.
Dennis Holm, borgarstjóri í Vágs kommunu, sigur, at kommunan eigur økið Úti í Oyrunum, og tað er so gott sum klárt at byggja á. Her er sprongt niður á hellu, og nakað av gróti skal leggjast oman yvir fyri at javna lendið út.
- Vit síggja stórar møguleikar við marghøllini, sum verður einar 50 metrar breið og einar 80-85 metrar long. Støddin er tó ikki endaliga fastløgd enn. Høllin verður á stødd við ein hálvan fótbóltsvøll, og her fer at bera til at hava allar vanligar fótbóltsvenjingar innandura.
Borgarstjórin vísir á, at hugskotið eisini er at skipa fyri regluligum innandura fótbóltskappingum í vetrarhálvuni, og hann ivast onga løtu í, at øll Effo-liðini umframt landsliðini fara at vísa høllini áhuga til venjingar og venjingarlegur.
Dennis Holm ásannar, at bæði Pálshøll, tær tíggju smátturnar, kampingplássið og aðrar umstøður, sum skaptar eru og verða skaptar í Vági, hava til endamáls at geva kommununi og økinum eitt nýtt bein at standa á innan ferða-og upplivingarvinnuna.
- Sjálvandi er endamálið eisini at fáa fólk til Vágs, har íðkarar, bólkar, ferðandi og familjur kunnu koma og á ymiskan hátt skapa ringvirkningar í økinum.
Borgarstjórin vísir á, at tað arbeiðið, sum longu er gjørt, hevur givið úrslit. Tað vísa tølini yvir gistingar í Vági, skrásettar hjá Visit Suðuroy.
- Tølini vísa nevniliga, at gistingarnar eru øktar frá juli 2015 til juli 2016 við umleið 120 prosentum. Hetta vísir, at vit hava fatur í rætta endanum, og hetta skapar eisini møguleikar og ringvirkningar við fleiri ferðavinnutilboðum, leiguinntøkum og inntøkum av eitt nú reinhaldi og keypi.
Dennis Holm heldur, at ferðavinnan er eitt undirmett potentialið, og hann væntar, at henda vinna fer at hava nógv størri týdning um nøkur ár, enn hon hevur í dag.
Borgarstjórin væntar, at tað fer at eydnast at byggja marghøllina fyri minni enn 20 miljónir krónur, og fíggingin er longu komin upp á pláss. Kommunan rindar nøkur innskot, sum svara til tvær miljónir krónur um árið í trý ár.
- Vit hava longu goldið tær fyrstu tvær miljónir krónurnar. Umframt Vágs kommunu verða væntandi onnur, sum koma at taka lut fíggjarliga, sigur Dennis Holm, sum onga løtu ivast í, at marghøllin verður til stóra nyttu, bæði fyri okkum her í Suðuroynni og onnur, sigur Dennis Holm.