Í Vági eru ætlanir um at byggja íbúðir í Sjagagarði.
Hetta váttar Bjarni Johansen, borgarstjóri.
Sjagagarður hevur í mong áratíggju verið savningstað og spælipláss hjá børnum, og hevur verið nýtt til fótbólt og onnur spøl, eins og grannalagið hevur nýtt grøna økið , eittnú tá grannarnir savnast á nýggjárinum.
- Talan er um 12 íbúðarblokkar og parkeringspláss, sigur Bjarni Johansen, og leggur afturat, at spælipláss eisini er partur av ætlanini.
Hann sigur, at ætlandi skuldi fyrsta flagið loysast í dag, 1. apríl, men hædd var tá ikki tikin fyri høgtíðsdøgunum.
- Heldur tíðarætlanin, so stendur hetta liðugt 1. apríl næsta ár, sigur Bjarni Johansen.