Vágspoppur á Norðuratlantsbryggjuni

Vit spurdu 10 % av áhoyrarunum á konsertini hjá Guðrun Sólju Jacobsen, um hvat tey hildu um konsertina.

Theresa Turiðardóttir
Mær dámdi konsertina sera væl. Serliga haldi eg, at Halleluja og Vøgguvísan vóru góð. Men mær dámdi eisini øgiliga væl Imagine. Tolkingin er øgiliga beinrakin. Eg haldi ongantíð, at Guðrun hevur verið betur enn nú. Hon sang løgini totalt prima. Eg síggi hana fyri mær í einum jassklubba.
 
Hans Mols Mortensen
Mær dámdi væl konsertina. Eg helt tað vera stuttligt við keyboard og gittara, og mátanum løgini vóru løgd til rættis, onkur av tilrættarleggingunum var øgiliga annarleiðis. Tildømis handan panfloytan í Tú dregur meg sum ein magnetur hana dámdi mær einki. Halleluja helt eg riggaði øgiliga væl. Hetta er ein tungur sangur at lyfta, men hon lyfti hann væl, tú kendi, at her var substansur.
 
Birthe Haugaard
Konsertin var fantastisk. Hon hevur eina ótrúliga rødd. Mær dámdi serliga væl Halleluja, Nu falmer skoven trindt om land og Tú dregur meg sum ein magnetur.. Guðrun er systkinabarn svigardóttir mína, so vit kennast, eg havi hoyrt hanan sungið ofta, og haldi hana vera fantastiska.